Letra de canción descargada de: https://www.albumcancionyletra.com ------------------------------------------ Tyr - Fípan Fagra ------------------------------------------ (1) Skalli undir fjalli býr, garpar til hann ríða: tað var honum til eydnu lagað, hann átti dóttur fríða. Hátrummar í høll hermenn ríða fram Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann (6) Eirikur gongur frá strondum niðan ein við ongar sveinar, hann sær frúgv við akur sita, talar við hana eina. Hátrummar í høll hermenn ríða fram Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann (8') Tað var mær til eydnu lagað, eg skuldi akur goyma siti eg úti árla og síðla, eg kann ikki vánir gloyma. Hátrummar í høll hermenn ríða fram Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann (9) Eg vil teg við sømdir fá, ást og góðan vilja, føra teg so til hallar heim og teg frá vánum skilja. [ guitar solo ] (16) Risin gongur frá strondum niðan, ein við ongar sveinar, hann sær frúgv við akur sita, talar við hana eina. Hátrummar í høll hermenn ríða fram Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann (20) Kjaftur hans er ógviligur, nasarnar tær eru langar, so eru hansara kjálkabein sum fjórðung var at ganga. Hátrummar í høll hermenn ríða fram Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann (35) Tá ið tú kemur í trongan skógv, tú hav væl onnur klæði, rív upp á teg bjørkuvið, tað javnt við jørðina dragi! Hátrummar í høll hermenn ríða fram Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann (45) Navn hevur tú av neyðum fingið, so tíni klæði skorin, tað er ikki á tínari ævi, tú hevur tað tílíkt borið! Hátrummar í høll hermenn ríða fram Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann.