(1) Skalli undir fjalli býr, garpar til hann ríða: tað var honum til eydnu lagað, hann átti dóttur fríða.
Hátrummar í høll hermenn ríða fram Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
(6) Eirikur gongur frá strondum niðan ein við ongar sveinar, hann sær frúgv við akur sita, talar við hana eina.
Hátrummar í høll hermenn ríða fram Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
(8') "Tað var mær til eydnu lagað, eg skuldi akur goyma siti eg úti árla og síðla, eg kann ikki vánir gloyma."
Hátrummar í høll hermenn ríða fram Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
(9) "Eg vil teg við sømdir fá, ást og góðan vilja, føra teg so til hallar heim og teg frá vánum skilja."
[ guitar solo ]
(16) Risin gongur frá strondum niðan, ein við ongar sveinar, hann sær frúgv við akur sita, talar við hana eina.
Hátrummar í høll hermenn ríða fram Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
(20) Kjaftur hans er ógviligur, nasarnar tær eru langar, so eru hansara kjálkabein sum fjórðung var at ganga.
Hátrummar í høll hermenn ríða fram Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
(35) Tá ið tú kemur í trongan skógv, tú hav væl onnur klæði, rív upp á teg bjørkuvið, tað javnt við jørðina dragi!"
Hátrummar í høll hermenn ríða fram Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann
(45) "Navn hevur tú av neyðum fingið, so tíni klæði skorin, tað er ikki á tínari ævi, tú hevur tað tílíkt borið!"
Hátrummar í høll hermenn ríða fram Jómfrú leikar í lundum við tann edil mann.
|