Bóndin og Risin leikadu leik Risin vann og bóndin veik Eg havi lúkað treytir mín Nú vil eg hava sonin tín
Eg vil hava sonin frá tær Uttan tú goymir hann fíri mær Heitið á Óðan Æsakong Tá man goymslan gerðast long
Hvat skal mær harpan Undir míni hond Vil ikki frægur fylgja mær Á onnur lond
Eg vildi mín Hønir veri til Undir míni hond Vita hvussu goymslanganga vil Á onnur lond
Hoyr tú Hønir eg talið til tín Undir míni hond Tú skalt goyma soni mín Á onnur lond
Fyri eysan flugu svanir tveir Undir míni hond Niður hjá Hønir settust teir Á onnur lond
Hønir biður nú vera svein Undir míni hond Mitt í knokki fjøður ein Á onnur lond oh
Hvat skal mær harpan Undir míni hond Vil ikki frægur fylgja mær Á onnur lond
Áður enn teir høvdu hálvtalað orð Undir míni hond Tá var Lokki inn fyri Borð Á onnur lond oh
Hvat skal mær harpan Undir míni hond Vil ikki frægur fylgja mær Á onnur lond
Tú veist einki av mínari neyð Undir míni hond Skrímslið ætlar mín sonar deyð Á onnur lond oh
Hvat skal mær harpan Undir míni hond Vil ikki frægur fylgja mær Á onnur lond
Lokki rør á ytsta klakk Undir míni hond So er í fornum frøði sagt Á onnur lond oh
Hvat skal mær harpan Undir míni hond Vil ikki frægur fylgja mær Á onnur lond
Her er ungi alvi tín Undir míni hond Nú er uppi goymslan mín Á onnur lond oh
Hvat skal mær harpan Undir míni hond Vil ikki frægur fylgja mær Á onnur lond
|